Evni / Tíðindi

100 ára føðingardagur í Vági

jul
23

Ónsdagin var ein stórur dagur í Vági  tá Poul Olsen í Toftalíð bleiv 100 ár.

Hesin hátíðardagurin bleiv hildin á Hamragarði, men Poul býr framvegir heima.

Familja vinir og kenningar vóru komin saman at  hátíðarhalda dagin og vóru  yvir 200 fólk  og heilsaðu uppá Poul.  M.a.   vóru Axel Johannesen løgmaður, Lene Moyell Johansen, ríkisumboðsmaðurin ið eisini hevði eina heilsan frá Margrethu drotning, Hendrik Old landsstýrismaðir, Siri Stenberg landsstýriskvinna,  Edvard Heen almannastjóri og Eydis Kjærbo, virkandi borgarstjóri í Vágs Kommunu.

Tað var Vágs Kommuna, ið bjóðaði til smyrjubreyð og kakur og byrjaði løtan við at Eydis Kjærb bjóðaði vælkomin og segði nøkur orð. Løgmaður bar eisini fram eina heilsu til Poul.

Fleiri onnur bóru eisin fram eina heilsu

Mandskórið  ”Orðið á Borðið” var  við at seta dám á løtuna við teirra vakra sangi.

Eisini bleiv sungin ein sangur, sum NePtun – Niels Petur Nolsøe- hevði yrkt til Poul.

Poul er sera takksamur  og glaður fyri dagin og fyri tey mongu, ið komu at heilsa uppá hann.

Niðanfyri eru myndir frá hátíðardegnum.

 

IMG_0008IMG_1600 (004)IMG_0007 IMG_0011 IMG_0012 IMG_0015 IMG_0038 IMG_0039 IMG_0037 IMG_0040 IMG_0041 IMG_0044 IMG_0043 IMG_0030 IMG_0023 IMG_0025 IMG_0048 IMG_0042 IMG_0062 IMG_0028 IMG_1591 IMG_1587

 

 

 

 

Summarveitsla á Hamragarði

jul
23

Ónsdagin 11. juli skipaði dagtilhaldið hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, ið heldur til á Hamragarði, fyri einari summarveitslu, áðrenn dagtilhaldið fór í summarfrí.

Øll búbólkina á stovnunum hjá BHS vóru bjóðaði, og komu tey bæði úr Sambýlinum í Hvalba og Vági, frá Suðuroyar Ellis og Røktarheimi umframt búfólkini á Hamragarði umleið 40 fólk.

Dagtilhaldið á Lágargarði í Tórshavn var á útferð í Suðuroy hendan góðveðursdagin, og vóru tey umleið 30 fólkini bjóða við til summarveitsluna.

Eftir at Rannvá Samuelsen búfólk á Hamragarði hevði bjóða vælkomin, var bjóða til eina máltíð við nógvum góðun mati, ið starvsfólk á dagtilhaldinum høvdu gjørt.

Katrin og Basa Wenningsted Hansen frá Skopun gleddi við teirra vakra sangi, og  spældu Hentzar Hammar og Árni Olsen á harmoniku til felagssangin.

Eisini kom Svein í Prestgarði at syngja nakrar  av sínum vøkru sangum, og vóru øll samd um, at hetta var ein góður og væleydnaður dagur.

37318005_10214769790629981_4659748016729620480_o 37327168_10214769793190045_5981189177444663296_o 37299170_10214769788869937_1360716888585273344_o 37312037_10214769783309798_974238353853513728_o 37302635_10214769785349849_3939800348461367296_o 37421185_10214769786389875_6854811153520918528_o 37353495_10214769787509903_3615099918940635136_o 37578801_10214769782229771_1304953936611901440_o 36950869_10216799134559759_42347771948171264_n 37085287_10216799134719763_1281721728363397120_n 37316370_10214769780989740_7094340899798253568_o

Hugnaløta í Ítriv à Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi

jul
23

14 juni var ein hugnaløta við morgunmati  á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi .

Hugnaløtan varð hildin í stásiligu  ítrivhølunum, ið nú eru tikin í brúk aftur,  eftir at hava verið fyri eini umfatandi  umvæling síðan síðsta heyst. Hølini eru eisini blivin størri, tí eitt rúm er tikið uppí.

Búfólk, starvsfólk á SER og á SS, nøkur búfólk frá Hamragarði og á dagtilhaldinum vóru komin saman, og blivu eisini onkrar gávur givnar.

Eisini var ein hugnalig løta við sangi, og setti Hentzar Hammer dám á løtuna við sínum  harmonikuspæli.

Búfólkini á SER og starvsfólkini í  Ítrivsstovuni hava  nú fingið sera góðar og snotuligar karmar um teirra virksemi, og gleðast vit um tað.

Vit ynskja búfólkunum á SER og starvsfólkunum bestu eydnu við virkseminum.

100 ára føðingardagur

jul
17

Tann 18. juli 2018 fyllir Poul Olsen í Vági 100 ár. Føðingardagurin verður hildin við móttøku á Hamragarði.

Tey, ið ynskja at heilsa uppá Poul, eru vælkomin á Hamragarð frá kl. 14.00 til kl. 18.00.

Søkt verður eftir fysioterapeuti til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

jul
10
Eldravenjing

 Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir einum fysioterapeuti í farloyvisstarv.

Talan er um avbjóðandi og gevandi starv í einum tvørfakligum toymi við serkunnleika innan fysioterapi.

Endamálið er at tryggja at borgarin livir eitt aktivt lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin.

Vit søkja eftir
einum fysioterapeuti í farloyvisstarv í starvsbrøki 1.0 svarandi til 40 tímar um vikuna frá 1.august 2018 til 30.juni 2019 ella eftir nærri avtalu.

Uppgávur:
Veita venjing á røktarheimi/eldrasambýlum og til heimabúgvandi borgarar
• at kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri

• heilsufremjandi og sjúkufyribyrgandi venjingar fyri eldri +65

• at undirvísa og ráðgeva um heilsu og trivna

• at kanna, venja og vegleiða húsfólk, sum búgva á stovni.

Útbúgving og førleikakrøv:
• hevur prógv og autorisatión sum fysioterapeutur

• dugir væl at samskifta

• vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi

• dugir at vegleiða og undirvísa

• dugir at arbeiða sjálvstøðugt og leggja venjingarætlanir til rættis

• hevur góð samstarvsevni

• KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða:
Eitt sjálvstøðugt, dynamiskt og fjølbroytt starv
Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum umstøðum
Eitt starv við nógvum avbjóðingum, har tú kemur at seta dám á tilboðini hjá BHS

Løn og setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag.

Umsókn
Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy
att.: Anna Djurhuus, leiðari
Eiðisvegur 28
FO-900 Vágur
ella:bhs@bhs.fo, og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 25.juli 2018.

 

 

Hátíðarhald á Sambýlinum í Hvalba

jun
28

Tórsdagin 18. januar var hátíðarhald á Eldrasambýlinum í Hvalba fyri Conny Poulsen, ið hevur starvast á eldratænastuni í Suðuroy í 30 ár.

Conny byrjaði sum heimahjálp á Tvøroyri og hevur eisini verið avloysari sum bólkaleiðari.

Síðan 2015 hevur Conny arbeitt á Eldrasambýlinum í Hvalba.

Ì sambandi við 30 ára starvsdagin fekk Conny blómur og gávur handaðar, og segði Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni nøkur orð, har hon takkaði Conny fyri góða og trúgva tænastu.

Mynd:  Frá vinstru: Barbara Julsgart, deildarleiðari hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy,  Conny Poulsen heilsuhjálpari Hvalba

 og Anna Djurhuus, leiðari  hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy.

Hátíðarhald hjá heimatænastuni á Tvøroyri

jun
26

Frá vinstru: Anna Maria Jespersen heilsuhjálpari Tvøroyri, Barbara Julsgart, deildarleiðari, Daimi Kjærbo eindarleiðar og Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy
Fríggjadagin 9. februar var hátarhald í hølunum hjá heimatænastuni á Tvøroyri fyri Annu Mariu Jespersen, ið hevur starvast í eldratænastuni í Suðuroy í 30 ár.

Anna Maria byrjaði sum heimahjálp á Tvøroyri í 1988 og tók prógv sum heilsuhjálpari í 2003.

Ì sambandi við 30 ára starvsdagin fekk Anna Maria blómur og gávur handaðar, og segði Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni nøkur orð, har hon takkaði Annu Mariu fyri góða og trúgva tænastu.

Eisini fekk hon eina heilsu frá heilsuhjálparafelagnum og sínum starvsfeløgum.

Hátíðarhald á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi

jun
26

Týsdagin 27.februar 2018 var hátíðarhald á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi  fyri  Helenu Augustinussen sjúkrarøktarfrøðingi  og Mariann Joensen sjúkrahjálpara, ið hava starvast  á  heiminum í ávikavíst 40- og 25 ár.


Í hesum  sambandi blivu  blómur og gávur  handaðar, og segði Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni nøkur orð, har hon takkaði  fyri góða og trúgva tænastu.

Frá vinstru: Hervør Eidesgaard, deildarleiðari á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi,  Helena Augustinussen sjúkrarøktarfrøðingur  úr Vági, Mariann Joensen heilsurøktari úr Froðba og Daimi Kjærbo eindarleiðari hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy

Virðisgrundarlagið hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy

feb
20
BHS-Virdisgrundarlag

 

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy hevur útarbeitt og  sett  í verk eitt virðisgrundarlag fyri stovnin við heitinum

Í tryggum hondum

Arbeiði byrjaði  í januar 2017, tá  øll starvsfólkini hjá BHS blivu kunnað um ætlanina og biðin um at geva teirra íkast til eitt virðisgrundarlag. Frá hvørjum arbeiðsstaði blivu so vald nøkur starvsfólk  í ein arbeiðsbólk, sum arbeiddi víðari við uppskotunum, ið komu inn frá starvsfólkunum.

Arbeitt bleiv so við  at seta orð á  kjarnuvirðini fyri:

  • Starvsfólkini
  • Borgararnar
  • Stovnin

Síðan bleiv tilfarið  frá arbeiðsbólkinum samanskrivað.

Á einum felags fundi  8. november 2017, ið bleiv hildin fyri starvfólkunum og stýrislimunum hjá BHS saman við bý- bygdaráslimunum í Suðuroy, bleiv endaliga virðisgrundarlagið hjá Bú- og Heimatænastuni lagt fram og síðan sett í verk.

Endamálið við virðisgrundarlagnum er, at Bú- og Heimatænastan í Suðuroy  veitir bestu tænastu  fyri búfólkini, borgaran og starvsfólkini og skipar so fyri, at øll, ið hava tilknýti til BHS,  fáa eina so professionella, fyrikomandi og javnsetta tænastu sum gjørligt.

Virðisgrundarlagið er soljóðandi:

Í TRYGGUM  HONDUM

Við nærlagni og nærveru tryggja vit borgaranum fyribyrgjan, umsorgan og røkt út frá tørvinum hjá tí einstaka

 

 

 

les meira

Fráfaringarhald á Sambýlinum í Vági

okt
2

Ónsdagin  27. september 2017 var fráfaringarløta á Sambýlinum í Vági fyri Sólrun Lisberg í Sumba,  Elin Hjelm í Vági og Ninnu Christiansen í Vági, ið hava starvast  sum heilsuhjálparar í eldratænastuni í Suðuroy, og  gevast  tær nú vegna aldur  eftir góða og trúgva tænastu.

Sólrun hevur starvast í 41 ár, Elin í 32 ár og Ninna í 23 ár og byrjaðu tær fyrst sum heimahjálparae í útiøkinum, men  hava tær tey síðstu árini arbeitt á Sambýlinum í Vági.

Ì hesum sambandi  blivu talur hildnar, blómur og gávur handaðar.

Mynd 1:

Frá vinstru: Elin Hjelm, Ninna Christiansen og Sólrun Lisberg.

Myndir- fráfaringarløta á Sambýlinum. 1