Bú- & Heimatænastan Suðuroy

9. december 2022
Deildarleiðari til Sambýlið í Hvalba og útiøkið Norður

Eitt spennandi starv sum deildarleiðari til Sambýlið í Hvalba og útiøkið Norður er leyst at søkja. Starvsbyrjanin er 1. februar 2023 ella eftir nærri avtalu. Brennur tú fyri eldrarøktini, og ynskir tú eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har tú sum deildarleiðari fært møguleika at vera við til at menna arbeiðsplássið til gagns fyri starvsfólkið […]

Read More
9. december 2022
Deildarleiðari til Suðuroyar Ellis- og Røktarheim

Eitt spennandi starv sum deildarleiðari til Suðuroyrar Ellis- og Røktarheim er leyst at søkja. Starvsbyrjanin er 1. mars 2023 ella eftir nærri avtalu. Brennur tú fyri eldrarøktini, og ynskir tú eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har tú sum deildarleiðari fært møguleika at vera við til at menna arbeiðsplássið til gagns fyri starvsfólkið og húsfólkið […]

Read More
2. november 2022
Eldrahugni í SALT 14. novembur

Mánadagin 14. novembur skipar Bú- og Heimatænastan í Suðuroy og SALT fyri eldrahugna. Tiltakið verður í SALT og er ætlað øllum borgarum, sum eru yvir 67 ár. Tiltakið byrjar kl. 14 og er liðugt um 17 tíðina. Endamálið við tiltakinum er at eldri borgarar í oynni kunnu hittast og verða saman til eina hugnaliga samveru, […]

Read More
14. oktober 2022
Leys størv í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir: Sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv á Hamragarði frá 1. desembur 2022. Talan er um  starvsbrøk 1,0 dagvakt mánadag til fríggjadag, ella eftir nærri avtalu.  Um  eingin sjúkrarøktarfrøðingur søkir, kann starvið verða fyribils sett av heilsurøktara, og verður uppgávan tá tillagað fakbólkin. Heilsurøktara  í fast starv á  Sambýlinum í Vági […]

Read More
1. oktober 2022
Móttøku- og fráfaringarløta

Í sambandi við leiðaraskifti hjá Bú- og Heimatænastuni nú Anna Djurhuus takkar fyri seg, og nýggi leiðarin Hanus Toftheyggj tekur við, verður almenn móttøku- og fráfaringarløta á Hamragarði mánadagin 3. oktober 2022 kl. 16.00-18.00. Øll eru vælkomin.

Read More
12. juli 2022
Hanus Toftheyggj nýggjur leiðari í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy

Stýrið hjá Bú og Heimatænastuni í Suðuroy hevur samtykt at seta Hanus Toftheyggj í starv sum leiðara í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy. Bú-  og Heimatænastan í Suðuroy er eitt kommunalt samstarv, sum frá 1. januar 2015, vegna kommunurnar í Suðuroynni, umsitur bú- og heimatænastu til eldri í Suðuroynni. Hanus Toftheyggj  býr í Hvalba, er […]

Read More
10. maj 2022
Bú- og Heimatænastan søkir eftir hjálparfólki til ergo- og fysioterapitoymið

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir einum hjálparfólki til ergo- og fysioterapitoymið frá 1. august 2022. Talan er um avbjóðandi og gevandi starv í einum tvørfakligum toymi.  Endamálið er at tryggja, at borgarar í Suðuroynni liva eitt aktivt lív, og uppliva øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin. Starvsbrøkurin er 0,8 svarandi til 32 […]

Read More
10. maj 2022
Hátíðarhald á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi

Mánadagin 20. apríl var hátíðarhald á Suðuroyar Ellis – og Røktarheimi fyri Meigin Bertholdsen í Hvalba, sum hevur starvast á Ellisheiminum í yvir 40 ár. Meigin byrjaði at arbeiða sum gongsgenta á heiminum 1979, men í 2011 fór hon á Heilsuskúla og tók prógv sum heilsuhjálpari í december 2012, og er nú í føstum starvi […]

Read More
3. marts 2022
Starvsfólk til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir Reingerð- og køkshjálp  til  Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, og avloysara til koyring av borgarum til  Dagtilhaldið á Hamragarði og møguliga aðrar fyrifallandi uppgávur. Vit vænta at tú er Sjálvstøðug/ur, er jalig/ur og tænastusinnað/ur Hevur góð samstarvsevnir Er røkin og arbeiðssom/samur Hevur koyrikort Ynskir tú at vita meira […]

Read More
19. januar 2022
Endurlýsing: Søkt verður eftir leiðara til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

Endurlýsing – Við tað at ov fáar umsóknir vóru til starvið, verður søkt av nýggjum Av tí at leiðarin hevur sagt seg úr starvi vegna aldur,  søkja kommunurnar í Suðuroy eftir leiðara at standa á odda fyri  Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy, sum er tænastan fyri eldru borgarar í Suðuroy.  Starvið  Talan er um eitt avbjóðandi, spennandi […]

Read More
Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti