Søkt verður eftir leiðara til Bú- og heimatænastuna í Suðuroy

feb
4

Starvslýsing:

Søkt verður eftir leiðara til Bú- og heimatænastuna í Suðuroy

Eitt spennandi og fjølbroytt starv sum ovasti leiðari fyri eldraøkið í Suðuroy er leyst at søkja.

Eldraøkið er yvirtikið av kommununum 1. januar 2015, og tí leita vit eftir einum leiðara við røttum førleikum, sum kann standa fyri at byggja upp ein stovn og at virka fyri og tryggja neyðuga tænastu til tey eldru í Suðuroynni.

Starvið verður at seta skjótast gjørligt.

 

Talan er um ein nýggjan stovn, har allar kommunalar eindir viðvíkjandi eldrarøkt og tænastum í Suðuroy verða savnaðar í ein stovn. Tveir tænastuleiðarar, verða partur av leiðslutoyminum, sum tú kemur at hava ábyrgd fyri, ein fyri norður- og ein fyri suðurøkið. Tænastuleiðararnir hava ábyrgdina fyri eldratænastuni, hvør á sínum øki, hetta merkir allar tænastur, ið eru knýttar at bústovnum, heimatænastu, sjúkrarøkt o.s.fr.

Leiðarin hevur ábyrgd av dagligu leiðsluni. Leiðarin hevur ábyrgd av at seta og loysa starvsfólk úr starvi og av starvsfólkarøkt. Tað eru um 130 starvsfólk á økinum. Leiðarin hevur yvirordnaða ábyrgd av fíggjarstýring, lønar- og rakstrarbókhaldi, við tilhoyrandi umsiting. Stovnurin kemur, í tøttum samstarvi við Stýrið, at umsita tænastur til tey eldru í Suðuroynni fyri umleið 50 mió. kr. um árið.

Vit bjóða eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har høvuðsdenturin liggur á at skapa ein samanhangandi stovn, motiveraði starvsfólk og nøgdar móttakarar av tænastuni. Stýrið leggur dent á góða fyriskipan og trygga fíggjarstýring.

Leiðarin er skrivari fyri Stýrið fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroy.

 

Krøv til umsøkjara (royndir og førleikar)

Okkara ynskir eru, at umsøkjarin hevur

  • Royndir innan leiðslu og fyrisiting av starvsfólki
  • Royndir at skapa trivna og menning millum starvsfólk
  • Miðallanga útbúgving innan búskap og fyrisiting
  • Viðkomandi royndir innan fíggjarstýring
  • Góðan kunnleika til lønarumsiting og journal og KT
  • Tað kann verða fyrimunur, um umsøkjarin hevur vitan ella royndir innan almenna umsiting
  • Tað kann verða fyrimunur at hava royndir innan heilsuøkið og vitan ella útbúgving innan tænastur knýttar at eldraøkinum
  • Tað er umráðandi, at umsøkjarin hevur góðar samstarvseginleikar, er semjusøkjandi og dugir at samskipa og motivera starvsfólk og skapa jaligar arbeiðsumstøður.

 

Løn og setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag. Leiðarin hevur tilvísing til Stýrið fyri Bú og Heimatænastuna í Suðuroy. Setanarøkið fevnir um Suðuroynna, og tænastustaðurin er í Vági.

 

Umsókn

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy
Att.: Mikkjal Sørensen, stýrisformaður
Við á 8
950 Porkeri

ella til

 

Umsóknarfreist

Umsóknin við viðkomandi skjølum skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 17. Februar  2015 kl. 12:00.

Starvið verður sett skjótast til ber.

 

Um tað ikki eru nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar til starvið, skilar Stýrið sær rætt til at søkja av nýggjum, ella ongan at seta.

 

Um fleiri upplýsingar ynskjast, kann ringjast til formannin fyri Stýrinum, Mikkjal Sørensen, tlf. 254430.

 

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy