Søkt verður eftir sjúkrarøktafrøðingi í farloyvisstarv

aug
6

SjúkrarøktafrøðingurBú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir Sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv til heimatænastuna í Suðuroy

Frá 28.augist 2015 til 15. august 2016.

Talan er um  28 tímar um vikuna í dag- og kvøldvaktum.

 

Heilsuhjálpara til  fast starv á Sambýlinum í Vági og úti á økinum frá 1. sept. 2015.

Talan er um 28 tímar  um vikuna. Viðkomandi skal kunna arbeiða úti í økinum og inni á stovninum. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi vaktir.

 

Arbeiðsuppgávan:

Er at veita umsorgan, heilsu- og sjúkrarøkt og at stuðla borgaranum til sjálvbjargni. Tænastan byggir á virðing millum starvsfólk og borgara.

 

Førleikar:

Fyriuttan útbúgvin, sum ávikavist sjúkrarøktarfrøðingur og heilsuhjálpari, er tað ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan økið.

 

Vit vænta at tú;

  • Kann ráðgeva, samstarva og vegleiða starvsfólk og avvarðandi
  • Hevur telduførleika á brúkarastøði
  • Hevur koyrikort til persónbil

 

Vit bjóða:

  • Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú ert við til at mynda og menna tænastuna í økinum.
  • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
  • Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi.
  • Fakliga og persónliga menning.

 

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag

Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til,

økisskrivstovuna,  tlf. 793500 ella Anna Djurhuus   tlf. 793501, leiðari

 

Umsókn:

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

 

Bú- og Heimatænastan

att. Anna Djurhuus, leiðari

Vágsvegur 45,

900 Vágur

ella

 

Umsóknarfreist 24. august 2015