30 ára starvsdagur

nov
21

Hátíðarhald hjá heimatænastuni á Tvøroyri

 

Týsdagin  13.  november  var hátíðarhald í hølunum hjá heimatænastuni  á Tvøroyri  fyri Rúnu Esmarsdóttir Sørensen, ið hevur starvast   í eldratænastuni  í Suðuroy í 30 ár.

Rúna byrjaði sum heimahjálp á Tvøroyri  í 1988 og tók prógv sum heilsuhjálpari í 2003.

Ì  sambandi  við 30 ára starvsdagin  fekk  Rúna blómur og gávur  handaðar, og segði Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni segði nøkur orð, har hon takkaði  Rúnu fyri góða og trúgva tænastu.

Eisini fekk hon eina heilsu frá heilsuhjálparafelagnum og sínum starvsfeløgum.

Mynd: Frá vinstru: Daimi Kjærbo eindarleiðar, Rúna E. Sørensen og  Barbara Julsgart, deildarleiðari