Frítíðaravloysarar til Bú- og Heimatænastan í Suðuroy

jan
31

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðinum frá 15. juni 2019 til 31. august 2019 í skiftandi vaktum.

Søkt verður eftir:

  • Sjúkrarøktarfrøðingum
  •  Heilsurøktarum
  •  Heilsuhjálparum
  •  Reingerðisfólki

til hesi starvsøkir:

  • Suðuroyar Ellis- og Røktarheim
  • Røktarheimið Hamragarður
  • Eldrasambýlið í Hvalba
  • Eldrasambýlið í Vági
  • Heimatænastuna

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.

Upplýsingar

Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til

Daimi Kjærbo, eindarleiðara tlf. 793503

Umsókn:

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy

att. Anna Djurhuus, leiðara

Eiðisvegur 28

900 Vágur

ella: bhs@bhs.fo  

Umsóknarfreist: 22. februar 2019