Heimahjálp

Heimahjálp verður veitt borgarum í Suðuroy, ið eru yvir 67 ár, ella borgarum við avlamni og hava tørv á persónligari- ella praktiskari hjálp.

Borgarar í Suðuroy, ið halda seg hava tørv á heimahjálp, kunnu venda sær til skrivstovuna hjá Bú-Heimatænastuni í Suðuroy. Tlf 793500 frá kl. 9.00-15.00.

Borgarin fær síðan eina heimavitjan, har mett verður um støðuna, hvat brúkarin sjálvur megnar, og hvør hjálp skal setast inn.