Ónsdagin var ein stórur dagur í Vági tá Poul Olsen í Toftalíð bleiv 100 ár.
Hesin hátíðardagurin bleiv hildin á Hamragarði, men Poul býr framvegir heima.
Familja vinir og kenningar vóru komin saman at hátíðarhalda dagin og vóru yvir 200 fólk og heilsaðu uppá Poul. M.a. vóru Axel Johannesen løgmaður, Lene Moyell Johansen, ríkisumboðsmaðurin ið eisini hevði eina heilsan frá Margrethu drotning, Edvard Heen almannastjóri, fleiri landsstýrisfólk og Eydis Kjærbo, virkandi borgarstjóri í Vágs Kommunu.
Tað var Vágs Kommuna, ið bjóðaði til smyrjubreyð og kakur og byrjaði løtan við at Eydis Kjærb bjóðaði vælkomin og segði nøkur orð. Løgmaður bar eisini fram eina heilsu til Poul.
Fleiri onnur bóru eisin fram eina heilsu
Mandskórið ”Orðið á Borðið” var við at seta dám á løtuna við teirra vakra sangi.
Eisini bleiv sungin ein sangur, sum NePtun – Niels Petur Nolsøe- hevði yrkt til Poul.
Poul er sera takksamur og glaður fyri dagin og fyri tey mongu, ið komu at heilsa uppá hann.
Niðanfyri eru myndir frá hátíðardegnum.