Bú- & Heimatænastan Suðuroy

7. september 2021
This image has an empty alt attribute; its file name is Billede1.png

Vitjanartænastan í Suðuroy skipar fyri kunnandi tiltaki fríggjadagin 10. septembur kl. 17 í Salt. Til ber at hitta sjálvbodnu samskipararnar, tekna seg til Vitjanartænastuna og njóta tónleikin hjá Hans Jacob Hjelm saman við okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Áhugin fyri Vitjanartænastu í Suðuroynni hevur verið stórur seinastu tíðina, og nú er Reyði Krossur saman við trimum sjálvbodnum samskiparum til reiðar at seta gongd á. Reyði Krossur bjóðar tí øllum áhugaðum við til tiltak um Vitjanartænastuna.

Henda fríggjadag seinnapart ber til at hoyra um arbeiðið við Vitjanartænastuni hjá Reyða Krossi og hitta samskipararnar Dorrit Bech Joensen, Gunnhild Mortensen og Halltóru Joensen. Samskipararnir greiða frá, hvussu Vitjanartænastan í Suðuroy, ið fer at fevna um alla oynna, verður skipað og til ber at tekna seg. Hans Jacob Hjelm stílar fyri tónleiki til tiltakið.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Ein kaffimunnur fæst til keyps í caféini.

Tiltakið er fyriskipað í samstarvi við Salt.

Um Reyða Kross: Við sjálvbodnari orku tálmar og bøtur Reyði Krossur Føroya um menniskjaliga neyð, líðing og mismun. Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur. Vit hjálpa í gerandisdegnum og tá stór vanlukka er. Frá fyrstahjálparkassanum í bilinum til kríggj hinumegin jørðina. Vit leggja dent á alheims hjálpararbeiði okkara og sosialu íløgu okkara í Føroyum.

Les meir um Reyða Kross á https://redcross.fo/

Vitjanartænastan í Suðuroy skipar fyri kunnandi tiltaki fríggjadagin 10. septembur kl. 17 í Salt. Til ber at hitta sjálvbodnu samskipararnar, tekna seg til Vitjanartænastuna og njóta tónleikin hjá Hans Jacob Hjelm saman við okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti