Týsdagin 13. november var hátíðarhald í hølunum hjá heimatænastuni á Tvøroyri fyri Rúnu Esmarsdóttir Sørensen, ið hevur starvast í eldratænastuni í Suðuroy í 30 ár.
Rúna byrjaði sum heimahjálp á Tvøroyri í 1988 og tók prógv sum heilsuhjálpari í 2003.
Ì sambandi við 30 ára starvsdagin fekk Rúna blómur og gávur handaðar, og segði Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni segði nøkur orð, har hon takkaði Rúnu fyri góða og trúgva tænastu.
Eisini fekk hon eina heilsu frá heilsuhjálparafelagnum og sínum starvsfeløgum.
Mynd: Frá vinstru: Daimi Kjærbo eindarleiðar, Rúna E. Sørensen og Barbara Julsgart, deildarleiðari