Mánadagin 14. novembur skipar Bú- og Heimatænastan í Suðuroy og SALT fyri eldrahugna.
Tiltakið verður í SALT og er ætlað øllum borgarum, sum eru yvir 67 ár. Tiltakið byrjar kl. 14 og er liðugt um 17 tíðina.
Endamálið við tiltakinum er at eldri borgarar í oynni kunnu hittast og verða saman til eina hugnaliga samveru, har møguleiki eisini er at hoyra nakað áhugavert og somuleiðis uppliva nakað øðrvísi enn hvat ein vanligur gerandisdagur hevur at bjóða.
Á skránni hendan dagin verður alt frá rørslu og dansi til hugleiðingar, sang og drekkamunn.
Skrá:
Tiltakið er ókeypis og vónandi møta fólk fjølment.