Tórsdagin 18. januar var hátíðarhald á Eldrasambýlinum í Hvalba fyri Conny Poulsen, ið hevur starvast á eldratænastuni í Suðuroy í 30 ár.
Conny byrjaði sum heimahjálp á Tvøroyri og hevur eisini verið avloysari sum bólkaleiðari.
Síðan 2015 hevur Conny arbeitt á Eldrasambýlinum í Hvalba.
Ì sambandi við 30 ára starvsdagin fekk Conny blómur og gávur handaðar, og segði Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni nøkur orð, har hon takkaði Conny fyri góða og trúgva tænastu.
Mynd: Frá vinstru: Barbara Julsgart, deildarleiðari hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, Conny Poulsen heilsuhjálpari Hvalba
og Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy.