Ónsdagin 11. juli skipaði dagtilhaldið hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, ið heldur til á Hamragarði, fyri einari summarveitslu, áðrenn dagtilhaldið fór í summarfrí.
Øll búbólkina á stovnunum hjá BHS vóru bjóðaði, og komu tey bæði úr Sambýlinum í Hvalba og Vági, frá Suðuroyar Ellis og Røktarheimi umframt búfólkini á Hamragarði umleið 40 fólk.
Dagtilhaldið á Lágargarði í Tórshavn var á útferð í Suðuroy hendan góðveðursdagin, og vóru tey umleið 30 fólkini bjóða við til summarveitsluna.
Eftir at Rannvá Samuelsen búfólk á Hamragarði hevði bjóða vælkomin, var bjóða til eina máltíð við nógvum góðun mati, ið starvsfólk á dagtilhaldinum høvdu gjørt.
Katrin og Basa Wenningsted Hansen frá Skopun gleddi við teirra vakra sangi, og spældu Hentzar Hammar og Árni Olsen á harmoniku til felagssangin.
Eisini kom Svein í Prestgarði at syngja nakrar av sínum vøkru sangum, og vóru øll samd um, at hetta var ein góður og væleydnaður dagur.