Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Dagtilhald í virkisstovuni á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi

25. maj 2021

Tað er møguligt hjá heimabúgvandi pensjónistum at koma á dagtilhald í virkisstovuni á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi  frá kl. 9.30 til kl. 15.30 nakrar dagar um vikuna.

Møguleiki er at blíva heintaður í bili.

Umsóknarbløð fáast á skrivstovuni ella á heimasíðuni: bhs.fo

Dagtilhaldið er fyri fólk 67 +

Virðisgrundarlagið:

  • Trivnaður og lívsgleði
  • Samvera og virknan dagligdag
  • Styrkjast sálarliga, kropsliga og mentalt
  • Eitt heimligt umhvørvi
  • Gott samstarv við avvarðandi

Dentur verður lagdur á at hava eitt mennandi og trygt umhvørvi við sosialari samveru.

Í dagtilhaldinum er ymiskt á skránni sum t.d. likamlig venjing, sangløtur og útferðir.

Borgarar, sum ganga á dagtilhaldinum, eru við til at mynda innihaldið í degnum.

Nærri kunning kann fáast við at ringja til Anitu Vibergsdóttur ella til Sunrid Olsen á tlf. 793545.

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti