Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy setti 12. mars Annu Djurhuus sum leiðara fyri Bú- og Heimatænastuna.
Anna Djurhuus er 61 ára gomul og hevur seinastu 6 árini verið leiðari á Suðuroyar ellis- og røktarheimi. Anna Djurhuus hevur síðan 1. februar 2015 virkað sum fyribils leiðari á Bú- og Heimatænastuni.
Anna Djurhuus byrjar í starvinum sum leiðari á Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy beinanvegin.