16. juni 2021 var hátíðarhald í Sambýlinum í Hvalba fyri Berghild Olsen heilsuhjálpara, sum fekk handað tænastumedalju í silvuri frá drotningini fyri 40 ára trúgva tænastu innan eldraøkið í Suðuroy.
Berghild byrjaði sum heimahjálp í august 1979, og tók hon útbúgving sum heimahjálp í 2004. Tey síðstu árini hevur Berghild starvast í Sambýlinum í Hvalba.
Familja vinir og starvsfólk vóru komin saman at heiðra Berghild, og vórðu blómar og gávur handaðar .
Áðrenn Anna Djurhuus, leiðari í Bú- og Heimatænastuni handaði tænastumedaljuna til Berghild, segði hon nøkur orð og takki henni fyri góða og trúgva tænastu.
Ása Holm bar eisini fram eina heilsan.