Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Berghild Olsen á Tvøroyri hevur fingið 40 ára tænastumedalju frá Drotningini

24. juni 2021

16. juni 2021  var hátíðarhald í Sambýlinum í Hvalba fyri Berghild Olsen heilsuhjálpara, sum fekk handað tænastumedalju í silvuri frá drotningini fyri 40 ára trúgva tænastu innan eldraøkið í Suðuroy.

Berghild byrjaði sum heimahjálp í august 1979, og tók hon útbúgving sum heimahjálp í 2004. Tey síðstu árini  hevur Berghild starvast í Sambýlinum í Hvalba.

Familja vinir og starvsfólk vóru komin saman at heiðra Berghild, og vórðu blómar og gávur handaðar .

Áðrenn Anna Djurhuus, leiðari  í Bú- og Heimatænastuni handaði tænastumedaljuna til Berghild, segði hon nøkur orð og takki henni fyri góða og trúgva tænastu.

Ása Holm bar eisini fram eina heilsan.

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti