Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir fólki til matgerð og reingerð á Sambýlinum í Hvalba.

7. februar 2025

Søkt verður eftir fólki til matgerð og reingerð á Sambýlinum í Hvalba.

Talan er um fast starv frá 1. mars 2025 ella eftir nærri avtalu.

Talan er um starv á 25 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður um dagin, millum 08-13 ella 09-14.

Ynskjandi førleikar til tann, ið settur verður:

Royndir við at matgerða
Royndir við arbeiði sum reingerðarfólk
Royndir við arbeiði innan eldraøkið eru ein fyrimunur men ikki krav

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og føroya arbeiðarafelag

Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til:

Rakul Petersen eindarleiðara á tlf. 793503.

Umsókn: Skrivlig umsókn við lívsrenslið, viðmælum ella avriti av møguligum prógvum v.m. skal sendast til:

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy

att. Heri Norðberg, stjóri

Vágsvegur 22

900 Vágur

ella til: bhs@bhs.fo

Umsóknarfreist: 21. februar 2025 kl. 12.00

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti