Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir starvsfólkum til føst størv á Sambýlinum í Hvalba og útiøkinum Norður

11. oktober 2023

Søkt verður eftir hesum størvum

Heilsurøktari í fast starv á Sambýlinum í Hvalba frá 1. desembur 2023.

Talan er um starv á 35 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tó fyri tað mesta í dagvagt, og annað hvørt vikuskiftið.

Tveimum heilsuhjálparum/heimahjálpum í fast starv á Sambýlinum í Hvalba og útiøkinum Norður frá 1. desembur 2023.

Talan er um starv á 35 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi trýskiftis vaktum, og annað hvørt vikuskiftið.

Ynskjandi førleikar til tann, ið settur verður:

  • Drúgvar royndir á økinum
  • Nærlagni í sínum arbeiði
  • Sjálvbjargin í sínum arbeiði
  • Góð samstarvsevni bæði við búfólk, avvarðandi og starvsfelagar

Starvsfólk innan røkt og køkshjálp í fast starv á Sambýlinum í Hvalba frá 1. desembur 2023.

Talan er um starv á 25 tímar um vikuna. Arbeitt verður gerandisdagar frá kl. 8-13 og annað hvørt vikuskiftið.

Ynskjandi førleikar til tann, ið settur verður:

  • Drúgvar royndir á økinum
  • Nærlagni í sínum arbeiði
  • Sjálvbjargin í sínum arbeiði
  • Góð samstarvsevni bæði við búfólk, avvarðandi og starvsfelagar

Einum heilsuhjálpara/heimahjálp í fast starv á Sambýlinum í Hvalba og útiøkinum Norður frá 1. desembur 2023.

Talan er um starv á 25 tímar um vikuna. Arbeitt verður í skiftandi trýskiftis vaktum, og annað hvørt vikuskiftið.

Ynskjandi førleikar til tann, ið settur verður:

  • Drúgvar royndir á økinum
  • Nærlagni í sínum arbeiði
  • Sjálvbjargin í sínum arbeiði
  • Góð samstarvsevni bæði við búfólk, avvarðandi og starvsfelagar

Vit vænta at tú:

  • Hevur royndir innan økið
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Hevur telduførleika á brúkarastøði

Vit bjóða:

  • Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú er við til at mynda og menna tænastuna í økinum
  • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
  • Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi
  • Fakliga og persónliga menning

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfakfeløg

Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til:

Daimi Kjærbo úr Hørg eindarleiðara á tlf. 793503.

Umsókn: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy

att. Hanus Toftheyggj, leiðara

Eiðisvegur 28

900 Vágur

ella til: bhs@bhs.fo 

Umsóknarfreist: 25. oktobur 2023 kl. 12.00

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti