Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Bú - og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir starvsfólki

August 31, 2020

Bú - og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir

 

Heilsuhjálpara í fast starv til heimatænastuna í sunnaru helvt frá 1.oktober 2020.

Talan er um 28 tímar  um vikuna í skiftandi vaktum. Viðkomandi skal kunna arbeiða úti í økinum og inni á stovnum.

 

Heilsurøktara í farloyvisstarv á Eldrasambýlinum í Vági frá 15. september 2020 til 31. august 2021.

Talan er um 32 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.

 

Heilsurøktara í fast starv á Eldrasambýlinum í Vági frá 15. september 2020.

Talan er um 40 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu í skiftandi vaktum.

Vegleiðaraútbúgving er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

 

 

Vit vænta at tú;

  • Hevur royndir innan økið
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Hevur telduførleika á brúkarastøði
  • Hevur koyrikort til persónbil

 

Vit bjóða:

  • Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú er við til at mynda og menna tænastuna í økinum.
  • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
  • Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi.
  • Fakliga og persónliga menning

 

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og Heilsuhjálpara- og Heilsurøktarafelag Føroya

Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til:

Beintu Virgarsdóttir deildarleiðara   tlf. 793530 

Umsókn: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

 

 

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy

att. Anna Djurhuus, leiðara

Eiðisvegur 28

900 Vágur

ella til: bhs@bhs.fo 

 

Umsóknarfreist 7. september 2020 

 

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti