Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Bú- og Heimatænastan søkir eftir hjálparfólki til ergo- og fysioterapitoymið

10. maj 2022

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir einum hjálparfólki til ergo- og fysioterapitoymið frá 1. august 2022.

Talan er um avbjóðandi og gevandi starv í einum tvørfakligum toymi.  Endamálið er at tryggja, at borgarar í Suðuroynni liva eitt aktivt lív, og uppliva øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin.

Starvsbrøkurin er 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu.

Uppgávur:

  • Arbeiða í tøttum samstarvi við fysio og ergorterapeutar
  • Venjingar fyri einstaklingar og bólkar
  • Venjing av búfólkum á stovnum og heimabúgvandi borgarar
  • Viðlíkahaldsvenjingar til borgarar yvir 67 ár
  • Heilsufremjandi og sjúkufyribyrgandi venjingar fyri borgarar yvir 60 ár

Útbúgving og førleikakrøv:

  • hevur prógv sum heilsurøktari ella aðra viðkomandi útbúgving
  • dugir væl at samskifta við eldri borgarar
  • dugir væl at stuðla eldri borgarum í at vera virknir
  • hevur vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt sjálvstøðugt, dynamiskt og fjølbroytt starv
  • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum umstøðum
  • Eitt starv við nógvum avbjóðingum, har tú kemur at seta dám á tilboðini hjá BHS

Løn og setanarviðurskifti:

Løn- og setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag.

Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til:

Báru Mortensen, fysioterapeut  tlf. 793504

Umsókn

Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

att.: Anna Djurhuus, leiðari

Eiðisvegur 28

ella:bhs@bhs.fo, og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann  1. juni 2022

FO-900 Vágur

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti