Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Bú- og Heimatænastan søkir eftir starvsfólki

4. november 2021
This image has an empty alt attribute; its file name is Bu-og-heimataenastan-i-Suduroy.png

Sjúkrarøktarfrøðingi í  farloyvisstarv til heimatænastuna frá 1. desember 2021 til 1. januar 2023.
Talan er um starvsbrøk 0,8  svarandi til 32 tímar í dag- og kvøldvaktum og 3. hv. vikuskifti.

Sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv  á Hamragarði frá 1. desember 2021.
Talan er um  starvsbrøk 0,7 svarandi til 28 tímar  um vikuna í skiftandi vaktum ella eftir nærri avtalu.

Um eingin sjúkrarøktarfr.  søkir,  kann starvið verða fyribils sett av  heilsurøktara,  og verður uppgávan tá  tillagað fakbólkin.

Heilsurøktarar í føst størv á Hamragarði  frá 1. desember 2021.

  • Eitt starv í setanarbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna í skiftandi vaktum
  • Eitt starv í setanarbrøki 0,625 svarandi til 25 tímar um vikuna í kvøldvaktum

Heilsuhjálpari í fast starv á Hamragarði frá 1. desember 2021.
Talan er um  starvsbrøk 0,5 svarandi til 20 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.

Sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv  á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi   frá 1. desember 2021.
Talan er um  starvsbrøk 0,7 svarandi til 28 tímar  um vikuna í skiftandi vaktum ella eftir nærri avtalu.

Um  eingin sjúkrarøktarfr.  søkir,  kann starvið verða fyribils sett av heilsurøktara, og verður uppgávan tá  tillagað fakbólkin.

Heilsuhjálpari í fast starv á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi frá 1. desember 2021.
Talan er um  starvsbrøk 0,5 svarandi til 20 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.

Vit vænta at tú:

  • Hevur royndir innan økið
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Hevur telduførleika á brúkarastøði

Vit bjóða:

  • Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú er við til at mynda og menna tænastuna í økinum
  • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
  • Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi
  • Fakliga og persónliga menning

Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfakfeløg

Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til:

Daimi Kjærbo úr Hørg eindarleiðara á tlf. 793503.

Umsókn: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
att. Anna Djurhuus, leiðara
Eiðisvegur 28
900 Vágur
ella til:bhs@bhs.fo

Umsóknarfreist: 15. november 2021 kl. 12.00

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti