Bú- & Heimatænastan Suðuroy

BÚMERKJAKAPPING fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

10. juni 2015

BHS-forsidaStýrið fyri Bú-og Heimatænastuna í Suðuroy hevur avgjørt at skriva út kapping um búmerki.


Ynskiligt er at búmerkið avmyndar virkið og virðir á økinum.

Uppskotini skulu vera í A4 stødd og kunnu nýtast á brævbjálvum, brævpappíri og heimasíðum v.m.

Uppskotini skulu verða okkum í hendi í afturlatnum brævbjálva, ið er merktur “Búmerkið Bú- og Heimatænastan í Suðuroy”, í seinasta lagi 29. juni 2015.

Navnið á uppskotsstillaranum skal ikki standa á uppskotinum, men leggjast í ein afturlatnan brævbjálva saman við uppskotinum

Vinnandi uppskotið fær virðisløn áljóðandi kr. 5.000.

Ein dómsnevnd verður sett, ið tilskilar sær rætt, at velja og vraka millum uppskotini, og somuleiðis til ikki at gera nýtslu av nøkrum uppskoti.

Í dómsnevndini eru Mikkjal Sørensen, stýrisformaður fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy, Anna Djurhuus, leiðari fyri Bú- og Heimatænastuna, Dennis Holm og Marjun Olsen stýrislimir í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy

Uppskot skulu vera stílað til:
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
att.: Anna Djurhuus, leiðari
Vágsvegur 45
FO-900 Vágur

 

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti