Eldraøkini lata upp aftur
Nú tamarhald aftur tykist verða á Koronu smittubreiðsluni í Føroyum, verða viðurskiftini á eldraøkinum aftur normaliserað.
Mikudagin 05. august vórðu munandi avmarkingar gjørdar á eldraøkinum. Heimini vórðu við stuttum skotbrái stongd fyri vitjanum, og aðrar tænastur til búfólk og heimabúgvandi vórðu munandi skerdar.
Orsøkini til átøkini var, at nógvir nýggir tilburðir av koronu vóru staðfestir eftir stuttari tíð, og greiða var ikki á smittuketunum. Í samráð við heilsufakligu myndugleikarnar varð avgerð tí tikin um alt fyri eitt at fremja hesi tiltøk, fyribils í tvær vikur.
Síðani er smittustøðan í samfelagnum munandi batnað. Á fundi millum leiðslurnar á eldraøkinum og Pál Weihe, yvirlækna, fyrrapartin í dag, varð avgerð tikin um at lata eldraøkið varisliga upp aftur.
Frá mikudegnum 19. august lata eldraøkini upp aftur fyri vitjanum. Fyrstu vikuna verður loyvt tveimum avvarðandi hjá hvørjum búfólki at vitja. Heldur positiva gongdin fram, so verður frá í komandi viku aftur loyvt upp til seks persónum at vitja hvørja búeind.
Eldraøkini fara samstundis at heita á vitjandi um at lata seg testa við jøvnum millumbili, og eisini áðrenn tey koma at vitja aftur fyrstu ferð. Starvsfólkini á eldraøkinum verða javnan testað, og um avvarðandi eisini gera tað, so minkar vandin fyri smittu á búeindunum munandi.
Aðrar tænastur á eldraøkinum fara eisini at virka aftur. Lokalu eldraøkini fara at kunna nærri um hetta fyri hvørt økið sær.
Kommunufelagið