Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Endurlýsing: Fysioterapeutur til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

6. august 2021

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir fysioterapeuti  til fast starv

Talan er um avbjóðandi og gevandi starv í einum tvørfakligum toymi við serkunnleika innan fysioterapi. Endamálið er at tryggja at borgarin livir eitt aktivt lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin.

Vit søkja eftir
einum fysioterapeuti  í starvsbrøki 1.0 svarandi til 40 tímar um vikuna frá 1. september 2021 ella eftir nærri avtalu.

Uppgávur:

  • veita venjing á røktarheimi/eldrasambýlum og til heimabúgvandi borgarar
  • viðlíkahalds- endur- og gerandisrehabiliteringsvenjingar 67+
  • at kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri
  • heilsufremjandi og sjúkufyribyrgandi venjingar fyri eldri 65+
  • at undirvísa og ráðgeva um heilsu og trivna
  • at kanna, venja og vegleiða húsfólk, sum búgva á stovni.

Útbúgving og førleikakrøv:

  • hevur prógv og autorisatión sum fysioterapeutur
  • dugir væl at samskifta
  • hevur vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
  • dugir at vegleiða og undirvísa
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og leggja venjingarætlanir til rættis
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt sjálvstøðugt, dynamiskt og fjølbroytt starv
  • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum umstøðum
  • Eitt starv við nógvum avbjóðingum, har tú kemur at seta dám á tilboðini hjá BHS

Løn og setanarviðurskifti:
Løn- og setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag.

Umsókn
Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy
att.: Anna Djurhuus, leiðari
Eiðisvegur 28
FO-900 Vágur

ella:bhs@bhs.fo, og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann  16. august 2021.

Facebook viðmerkingar

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti