Ónsdagin 27. september 2017 var fráfaringarløta á Sambýlinum í Vági fyri Sólrun Lisberg í Sumba, Elin Hjelm í Vági og Ninnu Christiansen í Vági, ið hava starvast sum heilsuhjálparar í eldratænastuni í Suðuroy, og gevast tær nú vegna aldur eftir góða og trúgva tænastu.
Sólrun hevur starvast í 41 ár, Elin í 32 ár og Ninna í 23 ár og byrjaðu tær fyrst sum heimahjálparae í útiøkinum, men hava tær tey síðstu árini arbeitt á Sambýlinum í Vági.
Ì hesum sambandi blivu talur hildnar, blómur og gávur handaðar.
Mynd 1:
Frá vinstru: Elin Hjelm, Ninna Christiansen og Sólrun Lisberg.
Myndir- fráfaringarløta á Sambýlinum. 1
Mynd 2
Frá vinstru:Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, Elin Hjelm, Ninna Christiansen, Sólrun Lisberg, Daimi Kjærbo eindarleiðari hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy og Beinta Virgarsdóttir deildarleiðari á Sambýlinum í Vági.Myndir- fráfaringarløta á Sambýlinum. 1