Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Fráfaringarhald hjá Bú- og heimatænastumi í Suðuroy

February 12, 2021

Týsdagin 9. februar var   fráfaringarhald á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi  fyri ikki minni enn  5 starvsfólkum, sum  nú gevast fyri aldur.

Hesi eru:

Helena Augustinussen, sjúkrarøktarfrøðingur Vágur, sum hevur starvast síðan 1977.

Katrin Johansen, sjúkrarøktarfrøðingur Tvøroyri, sum hevur starvast síðan 1978.

Margret í Líðini heilsurøktari Vágur, sum hevur starvast síðan 1986.

Johanna Olsen sjúkrarøktarfrøðingur Porkeri, sum hevur starvast síðan 1988 og

Malena Jensen Tvøroyri, sum hevur starvast í Ítriv síðan 2000.

Í sambandi við fráfaringarhaldið fingu tær blómur og gávur handaðar, har Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni segdu nøkur orð og takkaði  fyri góða og trúgva tænastu.

Frá vinstru: Hervør Eidesgaard, deildarleiðari, Helena Augustinussen, Katrin Johansen, Margret í Líðini, Johanna Olsen, Malena Jensen og Anna Djurhuus leiðari.

3. februar var eisini  fráfaringarhald í hølinum hjá heimatænastuni í Vági fyri Jeannu í Lágabø, sum er givin í sínum arbeiði, sum heimasjúkrarøktarfrøðingur. Jeanna fekk blómur og gávur handaðar, og Anna Djurhuus takkaði Jeanna fyri góða og trúgva tænastu.

Jeanna í Lágabø

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti