Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Frítíðaravloysarar til Bú- og Heimatænastuna

26. januar 2016

Hendur-eldriSøkir eftir frítíðaravloysarum fyri  sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar

 

Søkt verður í tíðarskeiðinim frá 15. juni til 1. september 2016.

 

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy fevnir um:

 

  • Suðuroyar Ellis- og Røktarheim við 24 plássum
  • Røktarheimið Hamragarður við 24 plássum
  • Eldrasambýlið í Hvalba við 9 plássum
  • Eldrasambýlið í Vági við 12 plássum
  • Heimahjálp
  • Mattænastu
  • kisterapi
  • Dagtilhald

 

Arbeiðsuppgávan:

Er at veita umsorgan, heilsu- og sjúkrarøkt og at stuðla borgaranum sum búgva heima og/ella á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, Hamragarði, Sambýlinum í Vági og Sambýlinum í Hvalba.

Tænastan byggir á virðing millum starvsfólk og borgara.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

 

Førleikar:

Fyriuttan útbúgving, sum ávikavist sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari og heilsuhjálpari, er tað ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan eldraøkið.

 

Vit vænta at tú:

  • Hevur telduførleika á brúkarastøði
  • Hevur koyrikort til persónbil

 

Vit bjóða:

  • Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú er við til at mynda og menna tænastuna í økinum.
  • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
  • Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi.
  • Ein fakliga mennandi og spennandi gerandisdag

 

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag

 

Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til:

Anna Djurhuus, leiðari   tlf. 793501

Daimi Kjærbo, eindarleiðara tlf. 793503

 

Umsókn:

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

 

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy

att. Anna Djurhuus, leiðara

Vágsvegur 45,

900 Vágur

Teldupostadressa: annad@bhs.fo

 

Umsóknarfreist 8. februar 2016

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti