Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Frítíðaravloysarar til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

24. februar 2020

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðinum frá  15. juni 2020 til 31. august 2020 í skiftandi vaktum.

 Søkt verður eftir:

 

  • Sjúkrarøktarfrøðingum
  • Heilsurøktarum
  • Heilsuhjálparum
  • Reingerðisfólki
  • Køksfólki

til hesi starvsøkir:

 

  • Suðuroyar Ellis- og Røktarheim
  • Røktarheimið Hamragarður
  • Eldrasambýlið í Hvalba
  • Eldrasambýlið í Vági
  • Heimatænastuna

 Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.

Upplýsingar

Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til

Daimi Kjærbo, eindarleiðara tlf. 793503

 

Umsókn:

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

 Bú- og Heimatænastan í Suðuroy

att. Anna Djurhuus, leiðara

Eiðisvegur 28

900 Vágur

ella: bhs@bhs.fo  

 

Umsóknarfreist: 12. mars 2020

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti