Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Fyribyrgjandi venjingar á Hamragarði

4. september 2018

 

Eldravenjing

Fyribyrgjandi- og viðlíkahaldsvenjing á Hamragarði

Nú summarferian er av, fara vit aftur í gongd við fyribyrgjandi- og viðlíkahaldsvenjing á Hamragarði.

Tilboðið er til allar borgarar í Suðuroy, ið eru eldri enn 65 ár.

Endamálið við venjingini er at tryggja at borgarin livir eitt virkið lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin.

Vant verður fyri tað mesta við maskinum. Venjingin er rættað ímóti øllum kroppinum, og umfatar bæði styrki og konditión – við vegleiðing frá fysioterapeuti.

Byrjað verður í viku 37

Krav fyri luttøku er at luttakarin:
• Er eldri enn 65 ár
• Kann ganga sikkur innandura við ella uttan hjálpitól
• Klárar at ganga min. 1 km. við ella uttan hjálpitól
• Klárar trappur uttan hjálp
• Klárar at halda balansuna fríttstandandi
• Klárar at koma frá liggjandi til at standa sjálvur
• Skilur munnligar og visuellar leiðbeiningar

Møguleiki er fyri einum práti, frukt og drekka saman við húsfólkinum á Hamragarði eftir venjingina. Kostnaður er 20 kr. hvørja ferð.

Áhugaði kunna ringja  á tlf. 79 35 04 ella á tlf 79 35 03 millum kl.09.00 -15.00 og hoyra nærri.

 

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti