Bú- og Heimatænastan í Suðuroy er eitt kommunalt samstarv, sum frá 1. januar 2015, vegna kommunurnar í Suðuroynni, umsitur bú- og heimatænastu til eldri í Suðuroynni.
Hardi Bech, býr í Porkeri, er 41 ár og er útbúgvin Cand.jur, umframt at hava lisið grundleggjandi virkisbúskap. Hann hevur seinastu árini starvast innan bókhald og roknskap, millum annað við egnum virki.
Bú- og Heimatænastan telur um 165 starvsfólk.
Tænastan fevnir um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýlir, røktarheim, dagtilhald og mattænastu.
Hardi tekur við starvinum eftir Hentzar Hammer, sum fer frá vegna aldur, og byrjar hann 1. desembur í ár.