Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Hátíðarhald á Sambýlinum í Hvalba

7. februar 2020

Mánadagin 26. novembur  var hátíðarhald  á Sambýlinum í Hvalba fyri Berghild Olsen, ið hevur starvast í eldratænastuni  í Suðuroy í 40 ár.

Dagurin var hildin saman við starvsfelagum og familju. Berghild byrjaði at arbeiði sum heimahjálp á Tvøroyri  í 1979. Seinastu árini hevur Berghild arbeitt á Sambýlinum í Hvalba. Hon fór undir útbúgvin og tók prógv sum heilsuhjálpari í 2004.

Í  samband  við 40 ára starvsdagin fekk  Berghild blómur og gávur handaðar, og segði Daimi Kjærbo, eindarleiðari hjá Bú- og Heimatænastuni nøkur orð, har hon eisini takkaði Berghild fyri góða og trúgva tænastu.

Eisini fekk hon blómur og gávu frá heilsuhjálparafelagnum og sínum starvsfeløgum.

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti