Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Hátíðarhald á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi

10. maj 2022
Hervør Eidesgaard, deildarleiðari, Meigin Bertholdsen, heilsuhjálpari og Anna Djurhuus, leiðari

Mánadagin 20. apríl var hátíðarhald á Suðuroyar Ellis – og Røktarheimi fyri Meigin Bertholdsen í Hvalba, sum hevur starvast á Ellisheiminum í yvir 40 ár.

Meigin byrjaði at arbeiða sum gongsgenta á heiminum 1979, men í 2011 fór hon á Heilsuskúla og tók prógv sum heilsuhjálpari í december 2012, og er nú í føstum starvi sum heilsuhjálpari á Ellisheiminum

Í sambandi við 40 ára starvsdagin fekk Meigin blómur og gávu handað, og segði Anna Djurhuus leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni nøkur orð, har hon eisini takkaði Meigin fyri góða og trúgva tænastu.

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti