Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Hátíðarhald hjá heimatænastuni á Tvøroyri

26. juni 2018

Frá vinstru: Anna Maria Jespersen heilsuhjálpari Tvøroyri, Barbara Julsgart, deildarleiðari, Daimi Kjærbo eindarleiðar og Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni í SuðuroyFríggjadagin 9. februar var hátarhald í hølunum hjá heimatænastuni á Tvøroyri fyri Annu Mariu Jespersen, ið hevur starvast í eldratænastuni í Suðuroy í 30 ár.

Anna Maria byrjaði sum heimahjálp á Tvøroyri í 1988 og tók prógv sum heilsuhjálpari í 2003.

Ì sambandi við 30 ára starvsdagin fekk Anna Maria blómur og gávur handaðar, og segði Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni nøkur orð, har hon takkaði Annu Mariu fyri góða og trúgva tænastu.

Eisini fekk hon eina heilsu frá heilsuhjálparafelagnum og sínum starvsfeløgum.

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti