Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir: Heilsurøktara í farloyvisstarv til Eldrasambýlið í Vági frá 23. mars 2015 til 23. mars 2016.
Talan er um 30 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag –, kvøld-, og náttarvaktir annað hvørt vikuskifti.
Eldrasambýlið er ein bústovnur við 12 búplássum.
Heilsuhjálpara í fast starv til heimatænastuna í sunnaru helvt frá 1. mars 2015.
Talan er um 25 tímar um vikuna. Viðkomandi skal kunna arbeiða úti í økinum og inni á stovnum. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag – kvøld – og náttvaktir annað hvørt vikuskifti.
Arbeiðsuppgávan:
Er at veita umsorgan, heilsu- og sjúkrarøkt og at stuðla borgaranum til sjálvbjargni. Tænastan byggir á virðing millum starvsfólk og borgara.
Førleikar:
Fyriuttan útbúgving, sum ávikavist heilsurøktari og heilsuhjálpari, er tað ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan primera økið.
Vit vænta at tú:
* Hevur telduførleika á brúkarastøði
* Hevur koyrikort til persónbil
Vit bjóða:
* Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv har tú er við til at mynda og menna tænastuna í økinum.
* Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
* Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi.
* Fakliga og persónliga menning
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til
Anna Djurhuus, leiðari tlf. 793501
Barbara Julsgart, deildarleiðari tlf. 793581
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
att. Anna Djurhuus, leiðari
Vágsvegur 45,
900 Vágur Teldupostadressa: annad@bhs.fo
Umsóknarfreist 27. februar 2015