14 juni var ein hugnaløta við morgunmati á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi .
Hugnaløtan varð hildin í stásiligu ítrivhølunum, ið nú eru tikin í brúk aftur, eftir at hava verið fyri eini umfatandi umvæling síðan síðsta heyst. Hølini eru eisini blivin størri, tí eitt rúm er tikið uppí.
Búfólk, starvsfólk á SER og á SS, nøkur búfólk frá Hamragarði og á dagtilhaldinum vóru komin saman, og blivu eisini onkrar gávur givnar.
Eisini var ein hugnalig løta við sangi, og setti Hentzar Hammer dám á løtuna við sínum harmonikuspæli.
Búfólkini á SER og starvsfólkini í Ítrivsstovuni hava nú fingið sera góðar og snotuligar karmar um teirra virksemi, og gleðast vit um tað.
Vit ynskja búfólkunum á SER og starvsfólkunum bestu eydnu við virkseminum.