Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Hugnaløta í Ítriv à Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi

23. juli 2018

14 juni var ein hugnaløta við morgunmati  á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi .

Hugnaløtan varð hildin í stásiligu  ítrivhølunum, ið nú eru tikin í brúk aftur,  eftir at hava verið fyri eini umfatandi  umvæling síðan síðsta heyst. Hølini eru eisini blivin størri, tí eitt rúm er tikið uppí.

Búfólk, starvsfólk á SER og á SS, nøkur búfólk frá Hamragarði og á dagtilhaldinum vóru komin saman, og blivu eisini onkrar gávur givnar.

Eisini var ein hugnalig løta við sangi, og setti Hentzar Hammer dám á løtuna við sínum  harmonikuspæli.

Búfólkini á SER og starvsfólkini í  Ítrivsstovuni hava  nú fingið sera góðar og snotuligar karmar um teirra virksemi, og gleðast vit um tað.

Vit ynskja búfólkunum á SER og starvsfólkunum bestu eydnu við virkseminum.

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti