Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Húsavørður Til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

7. februar 2020

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir einum húsavørði til fast starv

Vit søkja eftir
einum húsavørði í starvsbrøki 1.0 svarandi til 40 tímar um vikuna frá 1. mars 2020  ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt avbjóðandi og gevandi starv í einum tvørfakligum samstarvi.

Høvðusuppgávan er á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi á Tvøroyri, men arbeiðið  kann eisini vera á øðrum stovnum hjá Bú- og Heimatænastuni.

Uppgávur:

Uppgávurnar, sum húsavørður eru fjøllbroyttar s.s. vanligt viðlíkahaldsarbeiði og aðrar dagligar húsavørðsuppgávur  innan – og uttandurða.
Útbúgving og førleikakrøv:

• handverkaraútbúgving ells aðra viðkomandi útbúgving, tó er tað ikki ein treyt
• hevur gott handalag og er røkin
• dugir væl at samkifta og er álítandi
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt og leggja arbeiðið til rættis
• hevur koyrikort til persónbil
• hevur góð samstarvsevni
• KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt sjálvstøðugt, dynamiskt og fjølbroytt starv
  • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum umstøðum
  • Eitt starv við nógvum avbjóðingum, við tøttum samstarvi við starvs- og búfólk

Løn og setanarviðurskifti:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag.

Umsókn

Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy
att.: Anna Djurhuus, leiðari
Eiðisvegur 28
FO-900 Vágur

ella: bhs@bhs.fo, og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 20. februar kl.12.00

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti