Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Kokubotnavenjing

13. april 2021

Kokubotnavenjing kann vera við til at minka ella fjerna vatnlátstrupulleikar hjá 60-70 % av teimum sum hava trupulleikar við inkontinens. Inkontinens er: Klagur yvir ófrívilligum leka av urin.  Inkontinens er ein tabuisera sjúka, sum eisini nevnist “Tann stilla fólkasjúkan”. Nógv hava trupult við at seta orð á tað og siga tað fyri onkrum fyrstu ferð.

Visti tú:

  • AT inkontinens rakar 10.hvønn persón millum 5 og 90+ ár
  • Nógv ganga upp til 5 ár við tí, áðrenn tey søkja um hjálp frá lækna
  • Bara 3 % av teimum sum hava inkontinens er í viðgerð fyri tað
  • 7 út av 10, sum koma í viðgerð, blíva frísk

Inkontinens ávirkar lívskvalitetin og fyllur nógv í dagligdegnum

  • Hvar er nærmasta wc?
  • Lukti eg?
  • Hvar kann eg fáa hjálp?
  • Er nøkur viðgerð til mín?

Fysioterapeutar hjá Bú og Heimatænastuni fara at hava eitt hold til kvinnur, ið eru eldri enn 67 ár og hava trupulleikar við inkontinens. Skeiðið varar í 3 mánaðir, sum inniheldur undirvísing, ráðgeving og venjing. Skeiðið verður á Hamragarði tvær ferð um vikuna, mánadag og tórsdag kl 10.00. Skeiðið byrjar 12.apríl 2021.

Um tit vilja vita meira um hetta skeiðið ella hava hug at luttaka, kunnu tit ringja til okkum.

Vinarliga

Bára 793504 og Sigurð Marner 793552

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti