Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Kost og føðslufólk til Hamragarð

21. juni 2019

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir køks- og føðslustarvsfólki í farloyvisstarv til køkin á Hamragarði í tíðarskeiðinum 1. september 2019 til 31. august 2020.

Vit søkja eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum starvsfólki við ábyrgd fyri matframleiðsluni 32 tímar um vikuna til eitt spennandi starv har tú hevur ávirkan á tænastuna í køkinum

Uppgávur
• ábyrgd av matframleiðsluni
• tilrættisleggjan og fyrireiking
• bílegging av vørum

Útbúgving og førleikakrøv
• hevur útbúgving sum økonoma, føðsluatstøðari, føðslutøkningur ella aðra viðkomandi útbúgving innan matgerð
• KT- førleika á brúkarastøði
• arbeiðsroyndir er ein fyrimunur

Persónligar eginleikar
• er álítandi og ábyrgdarfull/ur
• hevur góð samstarvsevnir
• dugir væl at samstarva

Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.

Upplýsingar
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til
Daimi K. í Hørg, eindarleiðara tlf. 793503.

Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
att. Anna Djurhuus, leiðara
Eiðisvegur 28
900 Vágur
ella: bhs@bhs.fo

Umsóknarfreist: 11. juli 2019

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti