Nýtt tilmæli
Vegna coronustøðuna í landinum í løtuni og munandi øktan vanda fyri smittu er avgjørt, at einans tvey og tey somu avvarðandi vitja teirra avvarðandi og at vitjanin skal fara fram á kømrunum, og at hugsað verður annars um frástøðu og gott reinføri.
Fyri at kunna spora møguliga smittu, verða øll vitjandi biðin um at skráseta seg, tá tey vitja. Skrásetingarskjalið er inni í búrúminum hjá húsfólkunum.
Vit mæla til, at tey sum koma at vitja bera masku.
Mælt verður eisini til, at tey vitjandi hava koronapass. Tað sæst at lesa um koronapass á www.korona.fo.
Tá talan er um serligar umstøður kunnu avvarðandi venda sær til deildarleiðaran um undantøk frá hesum tilmælum.
Hesi átøk eru galdandi, til annað verður lýst.
Vágur 7. januar 2022
Anna Djurhuus, leiðari