Leiðregla fyri starvsfólk á eldraøkinum, ið hava verið í coronaraktum vandaøki
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur avgjørt at fylgja tilráðingunum hjá epidemikommisjónini um, at øll heilsustarvsfólk, starvsfólk í eldrarøktini, sum hava verið í Kina, Iran, Korea ella norðuritalia, skulu verða heima við hús í 14 dagar eftir, at tey eru komin heim. Hetta kemst av, at tað eru fyrst og fremst eldri borgarar og sjúk fólk, sum verða rakt meint, um tey verða smittað av corona virus.
Heilsumálaráðið 4. mars 2020
Kina, Iran, Korea og norðuritalia eru bólka sum serlig vandaøkir av danska heilsustýrinum: https://www.sst.dk/da/Nyheder/2020/Nyt-krav-fra-Sundhedsstyrelsen-om-at-personale-paa-sundheds--og-aeldreomraadet
Á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum liggur kunnandi tilfar um corona virus og leinkjur til aðrar viðkomandi heimasíður: https://www.hmr.fo/