Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Søkir verður eftir frítíðaravloysarum fyri sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar

23. februar 2015

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir frítíðaravloysarum fyri sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar.

økt verður í tíðarskeiðinum frá 15. juni til 1. september 2015

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy fevnir um.

  • Suðuroyar Ellis- og Røktarheim við 24 búplássun
  • Røktarheimið Hamragarður við 24 búplássum
  • Eldrasambýlið í Hvalba við 9 búplássum
  • Eldrasambýlið í Vági við 12 búplássum
  • Heimahjálp
  • Mattænastu
  • Økisterapi
  • Dagtilhald

Arbeiðsuppgávan:

Er at veita umsorgan, heilsu- og sjúkrarøkt, og at stuðla borgarunum, sum búgva heima og/ella á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, Hamragarði, Sambýlinum í Vági og Sambýlinum í Hvalba.

Tænastan byggir á virðing millum starvsfólk og borgara.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum

Førleikar:

Fyriuttan útbúgving, sum ávikavist sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari og heilsuhjálpari, er tað ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan  eldraøkið.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur telduførleika á brúkarastøði
  • Hevur koyrikort til persónbil

Vit bjóða:

  • Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú ert við til at mynda og menna tænastuna í økinum.
  • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
  • Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi.
  • Ein fakliga mennandi og spennandi gerandisdag

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.

Um tú ynskir at vita meir um størvini, ert tú vælkomin at ringja til:

Anna Djurhuus, leiðara   tlf. 793501

Hervør Eidesgaard, deildarleiðara á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi tlf. 343310

Jastrid Nielsen, leiðara á Hamragarði tlf. 793501

Barbaru Julsgart, deildarleiðara á Sambýlunum í Hvalba og Vági tlf. 793581

Umsókn:

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy

att. Anna Djurhuus, leiðari

Vágsvegur 45,

900 Vágur

Teldupostadressa:

Umsóknarfreist 13. mars 2015

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti