Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Søkt verður eftir eindarleiðara til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

6. juli 2015

Eitt spennandi og fjølbroytt starv sum  eindarleiðari fyri eldraøkið í Suðuroy er leyst at søkja.

Eldraøkið varð yvirtikið av kommununum 1. januar 2015, og tí leita vit eftir einum leiðara við røttum førleikum, sum kann vera við, saman við leiðaranum, at byggja upp  stovnin og at virka fyri at tryggja neyðuga tænastu til tey eldru í Suðuroynni. Starvið verður at seta skjótast gjørligt.

Talan er um ein nýggjan stovn, har allar kommunalar eindir viðvíkjandi eldrarøkt og tænastum í Suðuroy eru savnaðar.  Eindarleiðarin kemur í tøttum samstarvi við leiðaran, at umsita tænastur til tey eldru í Suðuroy, og verður partur av leiðslutoyminum, sum kemur at hava ábyrgd fyri eldratænastuni. Hetta merkir allar tænastur, ið eru knýttar at bústovnum, heimatænastu, sjúkrarøkt o.s.fr.

Vit bjóða eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har høvuðsdenturin liggur á at skapa ein samanhangandi stovn, motiverað starvsfólk og nøgdar móttakarar av tænastuni.
Leiðsluuppgávurnar

  • At samskapa og samskipa tænastur og tilboð innan BHS
  • At skipa og menna eindina
  • At menna og effektisera arbeiðsgongdir og mannagongdir
  • At tryggja dygd, yrkisførleika, trivnað og eitt lærandi og mennandi arbeiðsumhvørvi
  • At arbeiða við førleikamenning
  • At arbeiða sambært málsetningin fyri stovnin

Útbúgving, førleikar og royndir

  • Okkara ynskir eru, at umsøkjarin hevur viðkomandi røktar- og ella heilsufakliga útbúgving og er tað ein fyrimunur, at viðkomandi hevur royndir innan heilsuøkið og vitan ella útbúgving innan  tænastur knýttar at eldraøkinum og leiðsluútbúgving.
  • Tað er umráðandi, at umsøkjarin er dynamiskur, hevur góðar samstarvseginleikar, er semjusøkjandi og dugir at  samskipa og motivera starvsfólk og skapa jaligar arbeiðsumstøður.

Løn og setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag. Leiðarin hevur tilvísing til leiðaran fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy. Setanarøkið fevnir um Suðuroynna.

Umsókn

Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

att.: Anna Djurhuus, leiðari

Vágsvegur 45

FO-900 Vágur

ella:annad@bhs.fo

og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 6.juli 2015 kl. 12.00

Starvið verður sett skjótast til ber.

Um tað ikki eru nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar til starvið, skilar Bú- og Heimatænastan  sær rætt til at søkja av nýggjum, ella ongan at seta.

Um fleiri upplýsingar ynskjast kann ringjast til leiðaran Annu Djurhuus, tlf. 793501

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti