Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Tørvur á hjálpandi hondum

19. marts 2020

Tørvur á hjálpandi hondum

Vegna serligu umstøðunum, nú Coronavirus ger um seg, hevur Bú- og Heimatænastan í Suðuroy tørv á fleiri hjálpandi hondum, sum vit kunnu heita á, um hetta gert neyðugt.

Hetta er  galdandi bæði á eldrastovnunum og útiøkinum í norðara - og sunnura helvt.

Vit hava tørva á  sjúkrarøktarfrøðilesandi, læknalesandi, heilsuhjálparanæmingar, heilsurøktaranæmingar, fyrrverandi røktarstarvsfólk umframt fólk til reingerð og køk.

Ert tú ikki heilsustarvsfólk, hava vit eisini møguliga brúk fyri tær.

Hevur hetta tín áhugað, ert tú vælkomin at ringja  á tlf.  793500 ella tlf.  793503.

Eisini ber til at senda teldupost til: bhs@bhs.fo

 

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti