Ergo/fysioterapeut deildin hjá Bú- og Heimatænastuni Suðuroy (BHS) varðar av øllum borgarum eldri enn 67 ár, búsitandi í Suðuroy. Hetta umfatar borgarar, ið eru heimabúgvandi ella búgva á ellis/røktar- heimunum Hamragarður, sambýlinum í Vági, Suðuroyar ellis og røktarheim og Eldrasambýlinum í Hvalba.
Ergo/fys deildin, arbeiður út frá rehabiliterings áskoðani. Hetta merkir at vit hjálpa borgarum, ið hava, ella eru í vanda fyri, at fáa munandi skerdar førleikar í teirra fysiska, psykiska og/ella sociala virksemi, til at røkka eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív.
Um tygum tørva tænastu frá Ergo/fysioterapeut deildini, ber til at venda sær til BHS á tel. 793500, yrkadagar millum kl. 8 – 15