Bú- og Heimatænastan í Suðuroy hevur útarbeitt og sett í verk eitt virðisgrundarlag fyri stovnin við heitinum
Í tryggum hondum
Arbeiði byrjaði í januar 2017, tá øll starvsfólkini hjá BHS blivu kunnað um ætlanina og biðin um at geva teirra íkast til eitt virðisgrundarlag. Frá hvørjum arbeiðsstaði blivu so vald nøkur starvsfólk í ein arbeiðsbólk, sum arbeiddi víðari við uppskotunum, ið komu inn frá starvsfólkunum.
Arbeitt bleiv so við at seta orð á kjarnuvirðini fyri:
Síðan bleiv tilfarið frá arbeiðsbólkinum samanskrivað.
Á einum felags fundi 8. november 2017, ið bleiv hildin fyri starvfólkunum og stýrislimunum hjá BHS saman við bý- bygdaráslimunum í Suðuroy, bleiv endaliga virðisgrundarlagið hjá Bú- og Heimatænastuni lagt fram og síðan sett í verk.
Endamálið við virðisgrundarlagnum er, at Bú- og Heimatænastan í Suðuroy veitir bestu tænastu fyri búfólkini, borgaran og starvsfólkini og skipar so fyri, at øll, ið hava tilknýti til BHS, fáa eina so professionella, fyrikomandi og javnsetta tænastu sum gjørligt.
Virðisgrundarlagið er soljóðandi:
Í TRYGGUM HONDUM
Við nærlagni og nærveru tryggja vit borgaranum fyribyrgjan, umsorgan og røkt út frá tørvinum hjá tí einstaka