Bú- & Heimatænastan Suðuroy

Virðisgrundarlagið hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy

6. juli 2018

BHS-Virdisgrundarlag

 

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy hevur útarbeitt og  sett  í verk eitt virðisgrundarlag fyri stovnin við heitinum

Í tryggum hondum

Arbeiði byrjaði  í januar 2017, tá  øll starvsfólkini hjá BHS blivu kunnað um ætlanina og biðin um at geva teirra íkast til eitt virðisgrundarlag. Frá hvørjum arbeiðsstaði blivu so vald nøkur starvsfólk  í ein arbeiðsbólk, sum arbeiddi víðari við uppskotunum, ið komu inn frá starvsfólkunum.

Arbeitt bleiv so við  at seta orð á  kjarnuvirðini fyri:

  • Starvsfólkini
  • Borgararnar
  • Stovnin

Síðan bleiv tilfarið  frá arbeiðsbólkinum samanskrivað.

Á einum felags fundi  8. november 2017, ið bleiv hildin fyri starvfólkunum og stýrislimunum hjá BHS saman við bý- bygdaráslimunum í Suðuroy, bleiv endaliga virðisgrundarlagið hjá Bú- og Heimatænastuni lagt fram og síðan sett í verk.

Endamálið við virðisgrundarlagnum er, at Bú- og Heimatænastan í Suðuroy  veitir bestu tænastu  fyri búfólkini, borgaran og starvsfólkini og skipar so fyri, at øll, ið hava tilknýti til BHS,  fáa eina so professionella, fyrikomandi og javnsetta tænastu sum gjørligt.

Virðisgrundarlagið er soljóðandi:

Í TRYGGUM  HONDUM

Við nærlagni og nærveru tryggja vit borgaranum fyribyrgjan, umsorgan og røkt út frá tørvinum hjá tí einstaka

 

 

 

Lesið um virðisgrundarlagið hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy her: BHS_Virdisgrundarlag

Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti