Bú- & Heimatænastan Suðuroy

10. juni 2015
BÚMERKJAKAPPING fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

Stýrið fyri Bú-og Heimatænastuna í Suðuroy hevur avgjørt at skriva út kapping um búmerki.

Read More
30. marts 2015
Umlætting

Bú- og Heimatænastan bjóðar umlætting til heimabúgvandi borgarar, ið hava tørv á tí. Umlættingin kann eisini vera ein liður í at avlasta familjuna. Umlættingarpláss eru á Hamragarði og Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi. Umsóknarbløð kunnu fáast á skrivstovuni ella á heimasíðuni.

Read More
30. marts 2015
Fyrbyrgjandi heimavitjan

Borgarar í Suðuroy, ið eru 75 ár og eldri hava nú møguleika at fáa eina heimavitjan. Endamálið við heimavitjanini er  heilsufremjandi og skal virka til, at borgarin kann verða í egnum heimi longst møguligt. Hendan tænastan kemur at virka um stutta tíð.

Read More
30. marts 2015
Matútbering

Tað er møguleiki hjá borgarum í Suðuroy at fáa døgurða útborðnan allar yrkadagar, har tørvur er á tí. Borgarar í sunnaru helvt í Suðuroy fáa døgurðan frá Hamragarði, meðan borgarar í norðaru helvt í Suðuroy fáa døgurðan frá Suðuroyar Sjúkrahúsi. Teir borgarar, ið ynskja hesa tænastu, kunnu venda sær til skrivstovuna hjá Bú- og Heimatænastuni.

Read More
30. marts 2015
Heimasjúkrarøkt

Heimasjúkrarøkt verður veitt borgarum í Suðuroy, ið við ávísing frá lækna hava tørv á serligari sjúkraviðgerð. Eisini verður veitt hjálp til heilivág.

Read More
30. marts 2015
Heimahjálp

Heimahjálp verður veitt borgarum í Suðuroy, ið eru yvir 67 ár, ella borgarum við avlamni og hava tørv á persónligari- ella praktiskari hjálp. Borgarar í Suðuroy, ið halda seg hava tørv á heimahjálp, kunnu venda sær til skrivstovuna hjá Bú-Heimatænastuni í Suðuroy. Tlf 793500 frá kl. 9.00-15.00. Borgarin fær síðan eina heimavitjan, har mett verður […]

Read More
30. marts 2015
Bú- og Heimatænastan nýggja heimasíðu

1. januar 2015 varð eldraøkið flutt til kommunurnar at umsita. Í Suðuroynni er eldraøkið skipað í kommunalum samstarvi við heitinum Bú- og Heimatænastan í Suðuroy.

Read More
14. marts 2015
Anna Djurhuus leiðara fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy setti 12. mars Annu Djurhuus sum leiðara fyri Bú- og Heimatænastuna.

Read More
13. marts 2015
Samband

Skrivstovan hjá Bú- og Heimatænastuni er á Vágsvegi 45 í Vági.   Adressa: Bú- og Heimatænastan í Suðuroy Vágsvegur 45 900 Vágur Tlf. 793500 Teldupostur:   Bú- og Heimatænastan í Suðuroy er í løtuni skipað við hesum leiðslutoyminum. Anna Djurhuus, leiðari fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy Teldupostur: annad@bhs.fo Tlf: 793501 Jastrid Nielsen, leiðari á Heiminum Hamragarður […]

Read More
13. marts 2015
Skrivstova

Skrivstovan hjá Bú- og Heimatænastuni er á Vágsvegi 45 í Vági.   Adressa: Bú- og Heimatænastan í Suðuroy Vágsvegur 45 900 Vágur Tlf. 793500 Teldupostur: annad@bhs.fo (Anna Djurhuus, leiðari)  

Read More
1 12 13 14 15 16 18
Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti