Bú- & Heimatænastan Suðuroy

25. maj 2021
Dagtilhald í virkisstovuni á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi

Tað er møguligt hjá heimabúgvandi pensjónistum at koma á dagtilhald í virkisstovuni á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi  frá kl. 9.30 til kl. 15.30 nakrar dagar um vikuna. Møguleiki er at blíva heintaður í bili. Umsóknarbløð fáast á skrivstovuni ella á heimasíðuni: bhs.fo Dagtilhaldið er fyri fólk 67 + Virðisgrundarlagið: Trivnaður og lívsgleði Samvera og virknan dagligdag Styrkjast […]

Read More
13. april 2021
Kokubotnavenjing

Kokubotnavenjing kann vera við til at minka ella fjerna vatnlátstrupulleikar hjá 60-70 % av teimum sum hava trupulleikar við inkontinens. Inkontinens er: Klagur yvir ófrívilligum leka av urin.  Inkontinens er ein tabuisera sjúka, sum eisini nevnist “Tann stilla fólkasjúkan”. Nógv hava trupult við at seta orð á tað og siga tað fyri onkrum fyrstu ferð. Visti […]

Read More
19. februar 2021
Stýrið í Bú- og Heimatænastan í Suðuroy hevur skipað seg

Á stýrisfundi hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy 18. februar 2021 varð nývalda stýrið skipað. Stýrið hevur skipað seg við Kristin Michelsen, borgarstjóra í Tvøroyrar kommunu sum formanni, og Ásu Holm, borgarstjóra í Porkeris kommunu sum næstformanni Í stýrinum sita:Kristin Michelsen, formaðurÁsa Holm, næstformanniEyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunuDennis Holm, býráðslimurí Vágs kommunuBjarni Johansen borgarstjóri […]

Read More
12. februar 2021
Fráfaringarhald hjá Bú- og heimatænastumi í Suðuroy

Týsdagin 9. februar var   fráfaringarhald á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi  fyri ikki minni enn  5 starvsfólkum, sum  nú gevast fyri aldur. Hesi eru: Helena Augustinussen, sjúkrarøktarfrøðingur Vágur, sum hevur starvast síðan 1977. Katrin Johansen, sjúkrarøktarfrøðingur Tvøroyri, sum hevur starvast síðan 1978. Margret í Líðini heilsurøktari Vágur, sum hevur starvast síðan 1986. Johanna Olsen sjúkrarøktarfrøðingur Porkeri, […]

Read More
11. september 2020
Bú- og Heimatænastan letur upp aftur fyri vitjan.

  Nú tamarhald tykist at vera á Covid 19 smittuni í Føroyum, ber aftur til at vitja á eldrabústovnunum hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy sum vanligt. Frá leygardegnum 12. september verður latið upp fyri øllum vitjandi á Hamragarði, Eldrasambýlinum í Vági, Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi og Eldrasambýlinum í Hvalba. Sostatt eru tað ongar avmarkingar […]

Read More
3. september 2020
105 ára føðingardagur

  Kala Jensen  úr Sumba, sum býr á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, fyllir 105 ár í dag 3. september, og er hon elsta fólk í landinum. Vegna Covid-19 verður tíverri ongin almennur føðingardagur, men kemur føðingardagurin at verða  hildin saman við børnunum.

Read More
2. september 2020
Fyrbyrgjandi heimavitjan

Borgarar í Suðuroy, ið eru 75 ár og eldri hava nú møguleika at fáa eina heimavitjan. Endamálið við heimavitjanini er  heilsufremjandi og skal virka til, at borgarin kann verða í egnum heimi longst møguligt. Hendan tænastan kemur at virka um stutta tíð. They are a terrific way to start a new career as a pupil […]

Read More
27. august 2020
Áheitan til teirra, sum fáa heimahjálp og/ella heimasjúkrarøktarfrøðing á vitjan

Um tú ert avvarðandi í sóttarhaldi heima, og tíni nærmastu fáa tænastur frá heimatænastuni, gev tær far um at títt heim ikki bara er eitt vanligt heim. Tá tíni nærmastu fáa tænastu frá okkum, er tað eisini eitt arbeiðspláss hjá starvsfólkum, ið hava eina týdningarmikla kjarnuuppgávu at røkja. Hjálpi okkum at verja tey røktarstarvsfólk sum […]

Read More
24. august 2020
Hátíðarhald á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi

Týsdagin   4. december  var hátíðarhald  á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi   fyri Katrin Johansen sjúkrarøktarfrøðingi á Tvøroyri,   Duritu Olsen fótterapeuti á Tvøroyri, ið báðar hava  starvast   á heiminum í 40 ár og Annu-Britt Eið heilsurøktara í Hvalba, ið hevur starvast á heiminum í 30 ár. Ì  sambandi  við  hátíðardagin  fingu tær blómur og gávur  handaðar, […]

Read More
18. august 2020
Eldraøkini lata upp aftur

Eldraøkini lata upp aftur Nú tamarhald aftur tykist verða á Koronu smittubreiðsluni í Føroyum, verða viðurskiftini á eldraøkinum aftur normaliserað. Mikudagin 05. august vórðu munandi avmarkingar gjørdar á eldraøkinum. Heimini vórðu við stuttum skotbrái stongd fyri vitjanum, og aðrar tænastur til búfólk og heimabúgvandi vórðu munandi skerdar. Orsøkini til átøkini var, at nógvir nýggir tilburðir […]

Read More
Copyright Bú- & Heimatænastan. Hjemmesiden er hosted af Polarskelti